![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/63/Indigenous_group_dancers_at_Amis_Music_Festival_2016_IMF0936.jpg/640px-Indigenous_group_dancers_at_Amis_Music_Festival_2016_IMF0936.jpg&w=640&q=50)
Amifólkið
From Wikipedia, the free encyclopedia
Amifólkið (Kinesiskt: 阿美族; pinyin: āměi-zú; eisini amis ella pangcah) er ein avstronesiskur tjóðbólkur úr Taivan. Tey tosa amimál, ið er eitt avstonesiskt mál. Amifólkið er ein av sekstan alment viðurkendum tjóðbólkum, ið hava taivanesiskan uppruna. Tað økið, har ið amifólkið býr, er tann langi smali dalurin millum Miðfjøllini og Strandafjøllini (Huatungdalurin), strandaøkið við Kyrrahavið eystanfyri Strandafjøllini og Hengchun hálvoynna.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/63/Indigenous_group_dancers_at_Amis_Music_Festival_2016_IMF0936.jpg/640px-Indigenous_group_dancers_at_Amis_Music_Festival_2016_IMF0936.jpg)
Í 2014 varð amifólkið 200.604 fólk.[1] Tað var umleið 37,1% av upprunafólkunum í Taivan, og tað her tey til tann størsta tjóðarbólkin av uppruna taivanesarum.[2] Tey flestu av amifólkunum liva av útróðri, fiskivinnu, hetta tí at tey búgva við strendurnar. Tey vera bólkaði eftir kvinnulinjuni (móðurlinjuni), tá hugt verður eftir uppruna.[3] Fyrr í tíðini búðu amifólkini í lutfalsliga stórum bygdum við millum 500 og 1000 íbúgvum. Í dagsins Taivan eru amifólkini tann tjóðbólkur av upprunafólkum, ið er tann størsti í størri bygdum og býum í Taivan. Tey hava upprættað fleiri býarsamfeløg kring alla oynna. Tey seinnu áratíggjuni hava amifólk eisini gift seg við han-taivanesarum eins væl og við fólkum ið hoyra til aðrar tjóðbólkar av upprunafólki Taivans.[4]