From Wikipedia, the free encyclopedia
Aars ella Års er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 8.105 fólk (2014). Aars er høvuðsbýur í Vesthimmerlands kommunu. Býurin liggur mitt í Vesthimmerland 43 km í ein útsynning av Aalborg, 44 km norðanfyri Viborg, 28 km í ein útnyrðing av Hobro og 27 km í ein landssynning av Løgstør. Mitt í býnum liggur Aar kirkja, ið var bygt úr granitti í 13. øld. Tá Aars fekk egna tokstøð og býurin vaks, varð tað neyðugt at útbyggja kirkjuna í 1921-22, tá bleiv hon kálkað hvít og sær enn út sum tá.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.