20. - 21. mai - Charles Lindbergh flýgur, fyri fyrstu ferð, frá New York til París uttan steðg, í flogfari sínum Spirit of St. Louis. Hann verður heiðraður við stórari skrúðgongu í New York tá hann kemur aftur nakrar vikur seinni.
22. mai - Ein jarðskjálvti, ið mælist 8.6 á rikter skalanum, rakar Kina og hevur við sær at 200 túsund lata lív.
24. mai - TíðindablaðiðSosialurin verður útgivið fyrstu ferð (sum Føroya Social Demokrat)
25. september - 7 føroyskir fiskimenn lótu lív í bátsvannlukku í Íslandi, tá teir fóru við einum báti av sluppini Riddaranum og báturin koppaði. Fleiri av teimum sum doyðu vóru sumbingar. Fleiri sumbingar vóru í Danmark og dansaðu stutt eftir hendingina, har teir savnaðu pening inn til einkjurnar, og savnuðu teir 600 kr. til hvørja, sum svaraði til meir enn eina ársløn.
Sáttmáli verður undirskrivaður League of Nations, seinni sameindu tjóðir, sum bannar alt trælahald.