2014 - Mentanarvirðisløn Landsins, Heiðursgáva landsins og Virðisløn til ungt listafólk fyri árið 2013 vóru handaðar í Stóra Pakkhúsi í Vági. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum handaði virðislønirnar. Tróndur Patursson fekk Mentanarvirðisløn Landsins á 150.000 krónur, Árni Dahl fekk Heiðursgávu landsins á 75.000 krónur og Trygvi Danielsen fekk Virðisløn til ungt listafólk.
2015 - Kavaódn herjaði um alt Føroyar, tó kom ikki so nógvur kavi niður í Suðuroynni og Sandoynni, men í restini av landinum var ikki koyrandi, ringast var á Sandavágshálsi, á Vestmannavegnum, á Kvívíksvegnum og við Norðskálatunnilin. Fleiri bilar stóðu fastir í nógva kavanum. Summi noyddist at soca í bilinum. Nógv vóru veðurføst ymsastaðni. handanin av Mentanarvirðislønum Landsins varð útsett til dagin eftir.
1850 - Mihai Eminescu, rumenskur rithøvundur (d. 1889).