14. desember er dagur 348 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 349 um skotár er). 17 dagar eru eftir av árinum. Dagurin er altjóða diabetesdagur.
2004 - Millau Viaduct, heimsins hægsta brúgv, verður vígd við Millau í Fraklandi,
2012 - 28 fólk, harav 20 børn, lata lív í hópdrápi í býnum Sandy Hook, Connecticut, USA. Hetta er higartil størsta hópdráp, sum er framt í einum fólkaskúla (barnaskúla) í amerikanskari søgu. Hetta er næststørsta hópdráp, ið verður framt á einum skúla í USA. Tað størsta er hópdrápið á Virginia Tech í 2007.
2013 - Tvær ódnir raka Føroyar innanfyri eitt døgn. Fyrra ódnin brestur á leygarkvøldið hin 14. desember, og longu dagin eftir herjar ein afturat. Hendan gerst uppaftur verri enn hin fyrra, tá hon rakar seinnapartin sunnudagin hin 15. desember og herjar til miðnátt. Fleiri hundrað skaðafráboðanir vera meldaðar, og streymurin fer nógvastaðni í fleiri tímar.
Ítróttur
Svimjing
2013 - Pál Joensen vinnur silvurheiðursmerki í 1500 metrar frí á EM á stuttgeil í Herning. Hetta er fyrsta heiðursmerki, ið Føroyar vinnur á EM í stuttgeil.