Wyoming
From Wikipedia, the free encyclopedia
Wyoming (enskt: State of Wyoming) er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 552 túsund íbúgvum. Cheyenne er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í norðri hevur Wyoming mark við Montana, í eystri við South Dakota og Nebraska, í suðri við Colorado og Utah, og í vestri við Utah og Idaho. Í 1890 bleiv Wyoming lutstatur í USA. Eyknevni er Javnrættstaturin (enskt: Equality State) og Neytadrongsstaturin (enskt: Cowboy State). Hægsta punktið eitur Gannett Peak (2157 m).
Skjót fakta Flagg, Skjøldur ...
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Cheyenne |
Størsti býur: | Cheyenne |
Innlimað: | 10. juli 1890 |
Guvernørur: | Matt Mead (R) |
Vídd: | 253 348 km² |
Íbúgvar (2011): | 563 626 |
fyri km²: | 2,08/km² |
Tíðarzona: | UTC -7 og UTC -6 |
Heimasíða: | www.wyoming.gov |
Lat aftur
Stór fylgi av bisonoksum ganga trygt á biti í Norðurvestur-Wyoming, tí har er ikki loyvt at skjóta teir. Eisini onnur súgdjór sum til dømis bjørnin, fáa friðskjól har.