Whitney Houston
From Wikipedia, the free encyclopedia
Whitney Elizabeth Houston (f. 9. august 1963 í Newark, New Jersey - d. 11. februar 2012 í Kalifornia ) var songkvinna og sjónleikari í USA. Hon var ein av teimum songkvinnum, ið hevur selt flest fløgur í heiminum, fleiri enn 220 milliónir eintøk. Eisini var hon ein tann kvinnan, ið hevur vunnið flestar heiðurslønir nakrantíð. Houston hevur fingið 30 Billboard-heiðursbrøv, 22 American Music Awards og tvær Emmy Awards. Innan filmsheimin gjørdist Whitney Houston eisini serliga kend í 1992 við filminum "The Bodyguard", har hon spældi saman við Kevin Costner. Leygardagin 11. februar í 2011 doyði kvinnan við tí stóru røddini; kenda songkvinnan, sjónleikarakvinnan, framleiðslustjórin og modellin, Whitney Houston í einum hotelrúmi í Beverly Hilton Hotel í Los Angeles, Kalifornia. Enn er ikki víst, hví hon doyði. Tað verður tó hildið, at tað sum gjørdi av við hana, var rúsdrekka ella rúsevni, sum Whitney leingi hevði havt trupulleikar við. Whitney var einans 48 ára gomul.
Whitney Houston | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 9. aug 1963 í/á Newark (New Jersey) |
Andaðist | 11. feb 2012 í/á The Beverly Hilton |
Deyðsorsøk | drug overdose |
Alma mater | Mount Saint Dominic Academy |
Starv | sangari, sjónleikari, filmframleiðari, pianist, tónleikari, filmsleikari, modell, record producer, tónaskald, manufacturer, recording artist, sjónvarpsleikari |
Trúgv | Baptists |
Børn | Bobbi Kristina Brown |
Foreldur | móðir Cissy Houston |
Mál | Enskt mál |
Undirskrift | |
Heimasíða | https://www.whitneyhouston.com/ |
Dátuheiti | |
ISNI | 000000011478617X |
VIAF | 100252201 |
LCAuth | n87938447 |
IMDB | nm0001365 |
Commons | Whitney Houston |
Hon varð fødd í Newark í New Jersey, inn í eina miðal inntøku familju, sum longu hevði tvey børn áðrenn hana. Pápi hennara var hermaður og mamma hennara var gospel-sangarinna, nakað sum kom at hava stóran týdning fyri Whitney. Hon hevði nevniliga arvað ta stóru, vøkru røddina frá mammu síni, og sum 11 ára gomul byrjaði hon sum solistur at syngja við gospel-kórinum í New Hope Baptist Kirkjuni í Newark. Hon fór ofta við mammu síni, tá ið hon framførdi í náttklubbum, og onkuntíð fór hon eisini sjálv upp á pallin at syngja við mammuni. Tað var her at fleiri fløguframleiðarir fingu áhuga fyri henni, men mamman vildi ikki lata hana geva nakra fløgu út, fyrr enn hon var liðug í studentaskúlanum. Tá ið hon var liðug í skúlanum, skrivaði hon sáttmála við fløgufelagið Artista. "Ein av teimum mest spennandi røddunum í áravís", skrivaði viðurkenda blaðið The Rolling Stone aftaná at hava hoyrt hennara debutalbum, sum varð útgivið í 1985. Fyrsta pláta hennara seldi 25 miliónir eintøk.