Vestursahara
From Wikipedia, the free encyclopedia
Vestursahara er oyðimarkarland sunnan fyri Marokko í Útnyrðingsafrika. Har búgva uml. 540 000 fólk. Størsi býurin og høvuðsstaður er El Aaiún. Vestursahara er hersett av Marokko; Vestursahara bleiv í 1975 hersett av Marokko, eftir at Spania tók seg úr landinum. Vestursahara er landið har flytifólkið saharawiar hava búð síðani langt áðrenn nakar fór at gera landamørk í Afrika. Í dag býr ein stórur partur av saharawiunum í flóttafólkalegum eystanfyri Vestursahara, í Algeria. Eitt harðrent marrokanskt stýrið hevur fingið fólk at flýggja inn í oyðimørkinina í Algeria. Altjóða samfelagið góðtekur ikki at Marokko hevur lagt landið undir seg, og ST-samtyktir vísa á at tað eru saharawiar sum eru røttu eigarar av landinum.
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Onki | |||
Alment mál | Arábiskt | ||
Høvuðsstaður | El Aaiún | ||
Forseti | Brahim Ghali | ||
Løgmaður | Abdelkader Taleb Oumar | ||
Fullveldi | Einkia | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
266 000 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
538,811 1/km² | ||
Gjaldoyra | Marokkanskur Dirham | ||
Tíðarøki | UTC (UTC+0) | ||
Økisnavn á alnetinum | .eh | ||
Telefonkota | +212 | ||
a Vestursahara er hersett av Marokko |