Rick Moranis
From Wikipedia, the free encyclopedia
Frederick Allan "Rick" Moranis, føddur 18. apríl 1953, er ein kanadiskur skemtari, sjónleikari og tvær ferðir tilnevndur Grammy tónleikari. Rick bleiv kendur umleið 1980 í skemtirøðini Second City Television og leikti seinni í fleiri Hollywood filmum sum Strange Brew, Ghostbusters, Spaceballs, Little Shop of Horrors, Honey, I Shrunk the Kids (og eftirfylgjaranar), Little Giants, Parenthood, The Flintstones og My Blue Heaven. Rick Moranis gavst at innspæla filmar í 1997, men hevur sett rødd til nakrar teknifilmar síðani.