New Mexico
From Wikipedia, the free encyclopedia
New Mexico (spanskt: Estado de Nuevo México, enskt: State of New Mexico), á føroyskum stundum nevndur Nýmeksiko, er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 2 mió. íbúgvum. Santa Fe er høvuðsstaðurin, og Albuquerque er størsti býurin. Í norðri hevur Nýmeksiko mark við Colorado, í eystri við Oklahoma og Texas, í suðri við Meksiko (landslutir Sonora og Chihuahua), og í vestri við Arizona. Í 1912 bleiv Nýmeksiko stakríki í USA.
Skjót fakta Flagg, Skjøldur ...
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Onki |
Høvuðsstaður: | Santa Fe |
Størsti býur: | Albuquerque |
Innlimað: | 6. januar 1912 |
Guvernørur: | Michelle Lujan Grisham (D) |
Vídd: | 314 915 km² |
Íbúgvar (2011): | 2 059 179 |
fyri km²: | 6.5/sq mi |
Tíðarzona: | UTC -7/-6 |
Heimasíða: | www.newmexico.com Archived 2008-06-16 at the Wayback Machine |
Lat aftur
Eyknevni er Ævintýralandið (spanskt: La Tierra del Encanto, enskt: The Land of Enchantment).