Løgmaður
From Wikipedia, the free encyclopedia
Løgmaður er fremsti ráðharri í Føroyum. Løgmaður setir landsstýrismenn í starv og loysir teir úr starvi. Løgmaður hevur ábyrgdina fyri at starv landsstýrisins verður umsitið "á lógligan og fullgóðan hátt".
Løgmansembætið er broytt nógv gjøgnum tíðirnar. Tá nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi ólavsøkudag 1995, fingu vit ráðharraábyrgd. Áðrenn var landsstýrið ein nevnd, har løgmaður var formaður, og eingin stóð við evstu ábyrgd. Áðrenn Løgtingið varð niðurlagt í 1816, var løgmaður løgtingsformaður og løgsøgumaður.
Løgmaður í dag er Bárður á Steig Nielsen (B), sum bleiv løgmaður 14. september 2019.