Walisiskt mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Walisiskt, Kymriskt ella Bretskt (Cymraeg - y Gymraeg) ið verður talað í Wales og í Chubut landslutinum í Argentina, hoyrir til Brythonisku málini.
Walisiskt (Cymraeg - y Gymraeg) | ||
---|---|---|
Tosað í: | Wales Argentina Onglandi. | |
Tosandi íalt: | 770.700 (2004) Wales 611.000 herav 315.000 raðið (flótandi) Chubut Argentina 5.000 Onglandi 150.000 USA: 2.500 Canada: 2.500 | |
Málætt: | Indo-evropeiskt keltiskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | cy | |
ISO 639-2: | wel | |
ISO 639-3: | cym
. |
Eini 22% av fólkinum í Wales, tvs. uml. 611.000, hava kunnleika til málið í dag. Tey búgva í størstan mun í vestara parti av landinum, har málið hoyrist alla staðni har menniskju hittast; í handlum, á pubbum og til fótbóltsdystir t.d. Meginparturin tosar nú engskt, og øll walisisktmælt duga og skilja eisini engskt.
Fyri 200 árum síðani var walisiskt tað klárt ráðandi málið í Wales. M.a. ídnaðarkollveltingin viðførdi at engska málið tók seg fram, men so seint sum í 1891 var tað enn ein meiriluti uppá 54,4% av fólkinum ið tosaði walisiskt. Í 1911 varð staðfest, at walisiskt var vorðið eitt minnilutamál, tosað av 43.5% av fólkinum.
Í miðøld varð hópin av frægum bókmentum skrivaðar á walisiskum.