Hausa mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Hausa (Yaren Hausa ella Harshen Hausa) er eitt Kjad mál (ein grein av Afro-Asiatiskum málum) við tí størstu mongdini av fólkum ið tosa málið. Umleið 34 milliónir fólk tosa hausa sum móðurmál, meðan í minsta lagi 18 milliónir fólk tosað málið sum annað mál (fyrsta fremmandamál), til samans tosa umleið 52 milliónir hausa-málið.[1] Hausa málið verður fyrst og fremst tosað í Niger og Nigeria men verður eisini brúkt rættiliga nógv í øðrum vestuafrikonskum londum. Hausa málið verður í høvuðsheitum tosað av muslimum.