Geoffrey Chaucer
From Wikipedia, the free encyclopedia
Geoffrey Chaucer (føddur umleið 1343, deyður 25. oktober 1400) var enskur rithøvundur, yrkjari, heimspekingur og diplomatur. Sjálvt um hann skrivaði fleiri yrkingasøvn, er hann í dag best kendur fyri sítt (ófullfíggjaða) verk, Canterbury-søgurnar (Canterbury Tales), sum er eitt stórt verk við nógvum síðum og minnir um Decameron hjá Boccaccio, ið eins og søgurnar hjá Chaucer eru knýttar saman av einari rammusøgu.
Chaucer verður nevndur ”faðir at enskum bókmentum” og verður róstur fyri at vera tann fyrsti rithøvundurin sum vísti, at tað fólksliga enska málið, tað so-nevnda miðenskt, kundi brúkast í listarligum høpi, í einari tíð har málið ið var nýtt í hoffinum var skrivað á fronskum-normanniskum ella á latíni. Sjálvt um hann í tveimum tíðarskeiðum livdi í ónáðum, var hann meginpartin av lívinum tætt knýttur at tí politiska valdinum í Onglandi.
Geoffrey Chaucers stil og teknik blev efterlignet i århundrederne efter hans død; fx lånte William Shakespeare handlingen til sit drama Troilus og Kressida (1601) fra Chaucer, mens John Dryden og Alexander Pope moderniserede flere af hans fortællinger, så de passede til deres egen tid.