Fallin í bardaga
From Wikipedia, the free encyclopedia
Fallin í bardaga ella dripin í bardaga (enskt: killed in action - KIA) er ein málbering, ið vanliga verður nýtt í hervaldinum fyri egnir hermenn, ið eru dripnir av fíggindanum.[1] Fólk, ið verða dripin í bardaga, eru ikki deyð av vanlukkum sum t.d. bilvanlukkum ella øðrum ikki-fíggindaligum hendingum ella terrorismu.[2][3]
Fallin í bardaga kann brúkast bæði til frontlinjuhermannahópar og flota-, loft- og stuðulshermannahópar. Ein ið er blivin dripin í bardaga í einari serstakari hending, verður nevndur við einum † (Unicode U 2020: Dagger) við síðuna av navni sínum, fyri at vísa at viðkomandi er deyður.